AP Busskoyring

AP busskoyring er ein nútímans bussfyritøka, ið loysir øll sløg flutningi.
Okkara mongu ár í flutningsvinnuni, hava givið okkum førleika til at kunna bjóða
tær tann rætta bussin og røttu loysnina til tín tørv.
Vit loysa uppgávur fyri kundar um alt landi.

AP busskoyring er millum størstu bussfyritøkur í Føroyum.
Fyritøkan bleiv stovna tann 01/06 2000. At byrja við hevði fyritøkan bert tann eina bussin, tað var ein Volvo B12M, ið hevði pláss fyri 42 persónum.
Í dag gott og væl 13 ár seinni er fyritøkan vaksin til at vera ein tann størsta av sínum slag í Føroyum, í dag hevur fyritøkan 494 setur á hjólum.

Í AP busskoyring starvast í dag umleið 10 fólk. Stjóri og eigari av fyritøkuni er John Olsen, hann keypti fyritøkuna 01.10-2013 og rekur hann í dag fyritøkuna saman við dugnaligu starvsfólkunum. Fyritøkan hevur eisini egið verkstað.

Her eru nakrir av teimun bólkum/persónunum sum vit hava koyrt.

Heimsmeistararnir í fótbólti Italia
Varða heimsmeistararnir í fótbólti Týskland
Varða heimsmeistararnir í fótbólti Frankaríkið
Heimskendi Rock tónleikarabólkurin THE RASMUS
Tónleikarabólkurin Johnny DeLuxe
Tónleikarabólkurin Bryan Rice
Sangarindan Kim Wilde
Country bólkurin Bellamy Brothers
og nógv onnur kend nøvn.

Les meira her
X