Fótbóltur
Tveir fótbóltsvøllir eru í Eysturkommunu – í Sarpigerði í Norðragøtu og uppi á Brekku í Leirvík. Fótbóltsfelagið Víkingur hevur felagshús í Sarpigerði, har besta liðið hjá felagnum eisini spælir sínar heimadystir, men felagið brúkar eisini vøllin í Leirvík.
Tað er altíð nógv virksemi við vøllin, sum telist millum størstu spælipláss í kommununi. Um summarið eru børn og ung á vøllinum frá morgni til myrkurs.
Les meira her