Útsynningur

Útsynningur

Upplivið føroysku fiskivinnuna gjøgnum list, útróðrarbátar, forvitnisligar lutir, søguliga frásøgn og smakkisansin.

Ein læruríkur seinnapartur fyri tey, sum vilja uppliva føroysku fiskivinnuna av nýggjum.

Vit byrja í listasavninum á loftinum í gamla turkihúsinum á havnarlagnum í Leirvík millum siðbundnar útróðrarbátar, flakavirkir og trukkar. Úr glugganum síggjast húsini, har leirvíksmálarin Jóannis Kristiansen reiðraðist. Hoyrið søguna um, hvussu listin ímóti øllum fortreytum, spratt í eini útróðrarbygd.

Síðani fara vit niðurundir. Elligamlir útróðrarbátar, eitt lodd, eitt fiskiskrín, ein útsynningur – alt hevur eina søgu, men tann um kíkin er verd at taka burturúr. Og so hin heilt ótrúliga um Charles Lindbergh. Og um sjálvt savnið, sum Osmundur og Jórun við hjartablóði hava bygt. Søgufrøðingurin er væl skorin fyri tungubandinum og greiðir frá við nærlagni.

Vit flyta okkum frá listini og heita savninum oman í kalda virkið hjá Norðfrá hinumegin vegin. Her er fiskivinnan sprelllivandi. Ein útsynning á høvdið og so er bara at fylgja væl við, tá ið lippur og toskarhøvd verða skorin. Og so til seinast skulu vit smakka høvuðsvinnuna – ein roynd av onkrum forkunnugum fiski og ein heit fiskasúpan. Havsins kovi, sum verður virkaður beint her.

Aftaná ber til at fara ein túr í bovling. Leiga ein bana, keypa ein strike-burgara ella passandi – fisk og kips? Frá 17.00-21.00 er opið í Lávusarhúsi, har tey kreativu lokalu vísa fram sína list og selja sínar vørur. Kaffi er á kannuni eins og vaflur eru bakaðar og til keyps.

 

Báta – og Listasavnið

Kulibakki 8 (Havnarlagið), Leirvík

Tlf. 730150

 

Les meira her

 

Hetta spennandi og søguríka tiltakið er týsdagar í juli og august 2020

 

14 juli kl 1530-1730

21 juli kl. 1530-1730

4 aug kl 1530-1730

11 aug kl 1530-1730

X