Limmilund
Limmilund er ein hugnalig viðarlund staðsett Uppi á brekku í Leirvík, gjørd av eldsálini Olivu Joensen, eisini kend sum Limma.
Afturat hugnaligu viðarlundini er eisini ein vatnhylur, nevndur Korona hylurin, sum raskar hendir í Leirvík hava skapt undir koronatíðini. Hylurin er blivin eitt vælumtókt stað hjá børnum at spæla og hugna sær í.
Limmilund er eitt frálíkt stað til gongutúrar, við hugnaligum gøtum, sum ganga frá bygdini, og er eisini vælegnað til túrar við hundinum.