-
Gøtusandur
Børn og ungUpplivingarGøtusandur er størsta spælipláss í kommununi, givið frá náttúrunnar hond. Eitt vikuskifti í juli verður sandurin gjørdur um til festivaløki, og eitt kvøld í juni koma nýklaktar pisur á pisufund á sandinum, men sandurin er fyri øll og er nakað fyri seg.
-
Tróndardagur
MentanTiltøkTróndardagur er stórfingið hátíðarhald í Norðragøtu. Sølubásar verða settir upp við heimagjørdum vørum, rundvísing er á savninum, og tónleikur og røður seta eisini dám á dagin.
-
Sædis Glas
Handverk & listAt evna og skapa hevur altíð havt mín stóra áhuga, men tað lá ikki í kortunum at glaslist skuldi gerast ein partur av mínum dagligdegi. Tað er tað tó blivið. Terapi sigur onkur, skapanargleði sigur onkur annar, ella bara tilvildin.
Tíðindi
Visit Eysturland bjóðar ferðafólkum vælkomnum
Eysturkommuna hevur ment ein savnandi ferðavinnusamleika, hvørs endamál er at bjóða øll ferðavinnutilboð fram undir einum og sama flaggi.
Hetta, fyri at tað skal vera lættari hjá ferðafólki at finna runt í mongu tilboðunum, og eisini fyri at tað skal vera lættari hjá íbúgvunum í kommununi at bjóða sínar vørur og tænastur fram.

Eysturkommuna
Eysturkommuna bleiv stovnað tann 1. januar 2009, tá Gøtu- og Leirvíkar kommunur løgdu saman í eina kommunu. Fólkaatkvøða var um samanleggingina, og vóru Gøtufólk og Leirvíkingar samd um, at tíðin nú var búgvin til eina nýggja felagseind. Úrslitið er Eysturkommuna.
Framsøkin
Sum ein framsøkin kommuna, vilja vit taka kappingina upp við allar aðrar kommunur um tænastur til borgaran. Ikki bert í Føroyum, men eisini við útlandið. Vit hava í dag eina sera vælvirkandi barnaansing, har námsfrøðislig góðska er í hásætinum, boðin borgaranum fyri ein kappingarføran prís.
Opin og vinarlig
Vit ynskja, at Eysturkommuna er ein opin og vinarlig kommuna fyri øll, bæði verandi og nýggjar borgarar. Við einari samanlegging av tveimum smærri kommunum til eina størri kommunu, er tað náttúrligt, at borgarin kennir fjarðstøðuna millum borgara og kommunu økjast. Vit, sum eru vald at stjórna kommununi, arbeiða tí miðvíst eftir at bøta um hetta, so borgarin kennir, at kommunan er lætt atkomulig og at lurta verður eftir tí einstaka.
Umframt okkara felags ættarfedrar frá víkingunum, hava vit eisini sólina í felag. Neyvan finst ein vakrari sjón enn á Gøtuvík, tá vit síggja sólina rísa snimma á morgni. Og neyvan finst ein vakrari sjón, enn tá vit so síggja hana frá Leirvík seta aftur norðri í Djúpinum um kvøldarnar.