Tróndardagur

Tróndardagur er stórfingið hátíðarhald í Norðragøtu. Sølubásar verða settir upp við heimagjørdum vørum, rundvísing er á savninum og tónleikur og røður seta eisini dám á dagin.

Pershús selir kaffi og vaflur, og í Glyvrahanusarhúsi er listaframsýning. Alt gongur fyri seg í gamla býlinginum í Norðragøtu, har Tróndur í Gøtu møguliga helt til fyri túsund árum síðani.

 

Stað: uttanfyri Blásastovu og Pershús

 

Les meira
X