Báta- og Listasavnið

Báta- og Listasavnið í Leirvík er í hølunum í gamla Turkihúsinum á havnaøkinum í Leirvík.

Í mai 2000 læt Báta- og Listasavnið í Leirvík á fyrsta sinni upp fyri almeninginum. Talan er í stóran mun um lutir, ið Jórun og Osmund Justinussen hava savnað saman.

Í savnshølunum eru fleiri gamlir føroyskir bátar og ørgrynna av ymiskum lutum, ið sera væl lýsa tíðarskeiðið, tá árabáturin var álitið. Á savninum er eisini ein long røð av málningum eftir Jóannis Kristiansen og Sámal Toftanes.

Báta- og Listasavnið hevur hølir, ið eru vælegnað til fyrilestrar og onnur tiltøk. Hesi kunnu leigast eftir nærri avtalu.

Upplatingartíðir (mai - sep): 
    • Mánadag - hósdag kl. 13:00 - 16:00

Kostnaður fyri at vitja savnið er 80 kr. fyri vaksin og ókeypis fyri børn undir 15 ár.

Bílegging av vitjanum ella rundvísingum kunnu gerast umvegis: tlf. 730150

Teldupostur: batasavn@email.fo 

Samband

Telefon: 73 01 50
Teldupostur: batasavn@email.fo
Finn Bátasavnið á Facebook

Bílegg vitjan