Spæliplássið við Gøtugjógv

Við skúlan við Gøtugjógv er nýmótans spælipláss, sum bleiv tikið alment í nýtslu í juni í 2019. Tá høvdu næmingarnir bíðað leingi eftir at spæliplássið skuldi vera liðugt, og tá arbeiðið lá stilt í eina tíð, tóku næmingarnir seg saman og sendu býráðnum eitt skriv, har heitt varð á kommununa um at gera spæliplássið liðugt beinanvegin.

Tað hjálpti. Borgarstjórin segði seg fegnast um, at næmingarnir kendu til tær fólkaræðisligu mannagongdirnar, og fýra mánaðir seinni stóð spæliplássið liðugt og hevur síðani verið til stóra gleði og gagns fyri børn og ung, bæði í og uttanfyri skúlatíð.

Les meira her
X