Garðsvitjan á Varmakeldugarðinum

Varmakeldugarðurin er ein bóndagarður inni í dalinum í Norðragøtu. Tað eru hjúnini Bára og Janus Joensen, sum festa garðin.

Høvuðsvinnan hjá Varmakeldugarðinum er mjólkaframleiðsla, tó eru onkrar hjávinnur, so sum vørur, sum garðurin letur av sær, seyðakjøt, neytakjøt, mjólk umframt ávíst annað.

Loftið er innrættað við køki, borðum og stólum. Her eru ymisk tilboð til ferðavinnubólkar, eitt nú garðsvitjan við máltíðum, kaffi og køku.

Maturin, sum verður borðreiddur kemur beint frá garðinum, hetta kemur undir heimaframleiðslu, og er vøran tí óløggild.

Eisini bjóðar Varmakeldugarðurin gongutúr við ferðaleiðara oman á Varmakeldu ella út í Gøtunes.

Vitjan á Varmakeldugarðinum er bert eftir avtalu.

G.G. Ferðafólk, sum hava verið í útlondum, skulu hava verið í landinum í minsta lagið 48 tímar áðrenn tey kunnu vitja á garðinum.

Samband
Dalsvegur 9, 512 Norðragøta
Tlf. +298 22 78 36
Teldupostur: varmakelda@gmail.com
Varmakeldugarðurin á Facebook
Varmakeldugarðurin á Instagram

X