Blásastova
Blásastova
Kom aftur í tíð og vitja Blásastovu – eini bóndahús frá 1833, sum geva tær ein framúrskarandi møguleika at síggja, hvussu teir gomlu føroyingarnir livdu.
Blásastova var í ringum standi, tá Gøtu Formninnisfelag í 1970 fór í holt við at bjarga húsunum. Longu í 1971, áðrenn umvælingin av húsunum var liðug, vitjaðu Margrethe krúnprinsessa og Heindrikur krúnprinsur í Blásastovu.
Í 1974-75 varð hoyggjhúsið, sum hoyrir til Blásastovu, eisini umvælt, og her eru lutir, sum serliga vórðu nýttir úti, so sum í bø, haga og báti.
Glyvrahanusarhús
Í 1973 keypti Gøtu Fornminnisfelag Glyvrahanusarhús, og næstu árini vórðu húsini sett í stand til virksemi hjá fornminnisfelagnum. Ætlanin var at brúka húsini til fundir og annað hjá felagnum, og í november 1978 vóru húsini tikin í brúk.
Glyvrahanusarhús verða javnan brúkt til fundir og veitslur og onnur tiltøk, og húsini verða eisini víst fram fyri áhugaðum
Gøtu Fornminnisfelag, Norðragøta
Tlf. 222717
Teldupostur: blasastova@blasastova.fo
Upplatingartíðir
Týsdag til leygardag kl 13 til 16