Lávusarhús
Hans Olávus Jacobsen, nevndur Lávus, bygdi húsini umleið ár 1904 til sín sjálvs og konu sína, Cathrinu Mariu Susonnu Klein, vanliga nevnd Marsanna. Í húsunum hevur eisini ein lokal deild hjá Bank Nordik húsast.
Í desember 2009 varð ein stór og fjølbroytt jólasøla hildin í Lávusarhúsi í Leirvík. Hettar birtið ein neista hjá íbúgvunum í Eysturkommunu og Lávusarhús gjørdist verðuleiki. Harvið fingu fólk við skapandi evnum í kommununi eitt stað at koma saman og sýna handverk sítt og list sína fram.
Í Lávusarhúsi fáast serstakar, hondgjørdar dygdarvørur til keyps.
Upplatingartíðirnar í Lávusaarhúið eru:
Týsdag 19-21
Hósdag 19-21
Leygardag 14-17
Tó er opið 17-21 týsdagar um summarið.
Um ein ynskir at vitja sølubúðina uttanfyri vanligu upplatingartíðirnar ber til at ringja til:
Hallbjørg 213324