Sædis Glas
At evna og skapa hevur altíð havt mín stóra áhuga, men tað lá ikki í kortunum at glaslist skuldi gerast ein partur av mínum dagligdegi. Tað er tað tó blivið. Terapi sigur onkur, skapanargleði sigur onkur annar, ella bara tilvildin.
Men eitt er vist, og tað er, at tá eg standi úti í mínum lítla verkstaði og knúsi glasið sundur fyri síðani at seta tað saman aftur, petti fyri petti, so er tað ein góð lýsing av mínum egna lívi seinastu árini. – Brotna skálin blívur ongantíð tann sama aftur, men hon verður til skál, og tað er endamálið, at blíva heil aftur, ella næstan heil, meira krevji eg ikki.
Glas verkstaðurin hjá Sædis er í Syðrugøtu og har kann ein keypa ymiskt hon hevur evnað.
Samband:
Sædis Glas
Garðagøta 2 í Syðrugøtu
Tlf 229298
Teldup: sadis@post.olivant.fo