Summartorg við Lávusarhús í Leirvík

Hví ikki taka sær av løttum og nýta dagin í hugnaliga umhvørvinum á Bakka í Leirvík leygardagin 18 juli. Vitja Summartorg við Lávusarhús, sum er opið frá kl. 12-16. Á summartorginum verða forkunnugar vørur, kaffi, køka og annað gott til matnað møguligt at keypa. Beint við summartorgi er skúlagarðurin við góðum spæliplássi og stutt er oman á hugnaliga øki við sandin og crocketvøllin. Síggjast í Leirvík 

X