Tróndardagur
Tróndardagur verður hildin í gamla býlinginum í Norðragøtu.
Á skránni er nógv spennandi – m.a. sleppa vit at síggja og uppliva hvussu lívið helst var á Tróndar døgum við amboðum, handverki og stuttligum spæli, sum víkingar skipa fyri. Á keiini bjóðar Kappróðrarfelagið Tindur inn um gátt at síggja róðrarbátarnar í neystinum.
Opið verður í Gøtu Fornminnissavni, har hópin av gomlum lutum verða sýndir fram. Í Glyvrahanusarhúsi verður áhugaverd listaframsýning við hjúnunum Anju Klæmintsdóttir Jacobsen og Sam Jacobsen.
Skipað verður fyri ókeypis ponyríðing til børnini og kaffi, te, kaka og MIST verður at fáa. Á økinum verður møguleiki at keypa sær okkurt til matna frá Fisk&Kips bilinum.
Vit gleða okkum at síggja tykkum til Tróndardagin – ein dagur har føroyskur dansur, fólkafundur, felagssangur, røður og livandi tónleikur seta dám á dagin.
Sí skránna her