Báta- og Listasavnið

Báta- og Listasavnið í Leirvík er í hølunum í gamla Turkihúsinum á havnaøkinum í Leirvík.

Í mai 2000 læt Báta- og Listasavnið í Leirvík á fyrsta sinni upp fyri almeninginum. Talan er í stóran mun um lutir, ið Jórun og Osmund Justinussen hava savnað saman.

Í savnshølunum eru fleiri gamlir føroyskir bátar og ørgrynna av ymiskum lutum, ið sera væl lýsa tíðarskeiðið, tá árabáturin var álitið. Á savninum er eisini ein long røð av málningum eftir Jóannis Kristiansen og Sámal Toftanes.

Báta- og Listasavnið hevur hølir, ið eru vælegnað til fyrilestrar og onnur tiltøk. Hesi kunnu leigast eftir nærri avtalu.

Upplatingartíðir (alt árið)

Týsdag: 14-17
Hósdag: 14-16

Kostnaður

Vaksin: 75 kr.
Børn: 25 kr.
Bólkar (+8 fólk): 50 kr.

Samband

Telefon: 73 01 50
Teldupostur: batasavn@email.fo
Finn Bátasavnið á Facebook

Bílegg vitjan
X