G! Festivalur

G! Festival er eitt beinleiðis úrslit av arbeiðinum fyri betri umstøðum hjá tónleikinum og tónleikarum í Føroyum. Aftaná at Tónleikasamtakið Grót í fleiri ár hevði skipað fyri uttandura konsertum, varð í 2002 tikið stig til at skipa fyri einum uttandura festivali á sandinum í Syðrugøtu.
Umleið 6000 fólk vitja á hvørjum ári festivalin, sum hvørt ár verður hildin mitt í juli og varir í tríggjar dagar.

G! Festivalurin hevur síðan byrjanina vakt stóran ans í altjóða miðlum. M.a. hava The Guardian, BBC, New York Times og aðrir týðandi miðlar skrivað um festivalin og í 2019 vitjaðu 500 útlendingar festivalin.

Festivalurin hevur frá fyrsta degi arbeitt við einum sterkum blandi av tí besta vit hava at bjóða í Føroyum, føroyskum tónleiki úti í føroysku náttúruni saman við spennandi útlendskum nøvnum.

Í ár verður G! Festivalurin í døgunum 18-20 juli.

Les meira her

 

X