Gamla Gøtu Kirkja

Í Norðragøtu stendur gamla Gøtu kirkja, ið er ein trækirkja frá 1833. Hetta er ikki fyrsta kirkjan á staðnum, tí her hevur ein kirkja staðið síðani í øllum førum fyrst í 1700-talinum. Fyrsta kirkjan stóð fram til 1724, tá ein nýggj varð bygd, men hon fór í ódnarveðri í 1740, so ein nýggj kirkja mátti byggjast. Tann kirkjan stóð til 1833, tá verandi kirkja varð vígd av Niels Johnsen Struer.

Kirkjan hevur 150 sitipláss, og tá hon bleiv ov lítil, varð nýggj kirkja bygd við Gøtugjógv.

X