Gøtusandur
Gøtusandur
Gøtusandur er størsta spælipláss í kommununi, givið frá náttúrunnar hond. Eitt vikuskifti í juli verður sandurin gjørdur um til festivaløki, og eitt kvøld í juni koma nýklaktar pisur á pisufund á sandinum, men sandurin er fyri øll og er nakað fyri seg.
Líkamikið um tað er ein góðveðursdag við bakandi sól og nógvum fólki, ella ein harðan vetrardag, tá aldurnar skola títtar og tungar inn á manntóma sandin, so er okkurt gandakent við Gøtusandi.