Hallbera

Sølubúðin í Tungu 14 í Syðrugøtu er á tremur við vøkrum klædnapløggum – alt bundið og seymað í sama húsi. Tað er ein eldhugað Hallbera Ólavsdóttir, sum brúkar stóran part av sínari frítíð at binda og seyma ullint klædnapløgg, sum hon selur undir vørumerkinum Hallbera.

Tað sæst, at Hallbera er nærløgd, og hoyrist, at hon er eldhugað. Vøkru klædnapløggini, sum prýða rúmið, tala fyri seg. Fleiri av mynstrunum eru íblást av føroysku náttúruni, millum annað vísir Hallbera á eina troyggju við íblástri úr fjallarókunum á Kunoynni.

Stóri áhugin kemur heldur ikki úr ongum. Hallbera er ”uppvaksin” á gamla Tøtingarvirkinum í Syðrugøtu, sum foreldrini Elin Maria (eisini nevnd Ellemia) og Ólavur Gregersen byrjaðu í 1961.

Hóast familjufyritøkan steðgaði, er áhugin hjá Hallberu fyri binding ikki slóknaður.

– Eg havi alla tíðina saknað hetta, sigur Hallbera, síðan eg fyri tveimum árum síðan fór eg í gongd aftur at binda.

 

Hallbera

Tungugøta 14, Syðrugøta

Tlf. 211251

Teldup:  hallbera@hallbera.fo

Les meira her
X