Býráðshúsið
Býráðshúsið í Eysturkommunu hevur vunnið fleiri altjóða heiðurslønir – m.a. Global Architecture & Design Awards 2018 (GADA). Dómsnevndin segði býráðshúsið vera “ein heilt serstakligur bygningur” og gav tí fyrstu virðislønina í bólkinum Public Buildings. Ikki minni enn 748 verkætlanir úr 50 ymsum londum kappaðust í GADA um virðislønir innan arkitektur, landslag, stórbýarsnið, vørusnið og innandura snið.
Býráðshúsið er ikki bert ein bygningur, ið er ímyndin av eini brúgv millum tvey bygdasamfeløg, men fellir eisini serliga væl inn í føroyska landslagið, tó í modernaðum sniði. Avbjóðingin við at skilja ímillum hvar landslagið endar og bygningarnir byrja er eitt serligt tema í føroyskari byggilist, siga arkitektarnir handan býráðshúsið. Virðingin fyri náttúruni rundanum og ímyndin av eini brúgv millum tvey bygdasamfeløg fekk dómsnevndina at kallað býráðshúsið í Eysturkommunu heilt serstakt – “a truly special building”.
Tað er Osbjørn Jacobsen Arkitektar, ið eru partur av Henning Larsen Architects, sum hava staðið fyri at tekna býráðshúsið á oyruni í Norðragøtu. Osbjørn var millum annað eisini við til at tekna Harpuna í Reykjavík.
Møguligt er, at bíleggja rundvísing í serstaka býráðshúsinum, við at ringja til Eysturkommunu á tel 73 00 00
Eysturkommuna
Oyran 2, Norðragøta
Tlf. 730000
Teldupostur: eystur@eystur.fo