Sólarkaffi

Hvørt ár í februar er Sólarkaffi í Leirvík. Hetta er í sambandi við Kongadagin 11. februar, tá so at siga øll bygdin hevur fingið sólina aftur, eftir at hon hevur verið burtur í næstan tríggjar mánaðir.

Í Bygdarhúsinum verður stórt køkuborð sett upp við køkum, sum bygdarfólkið letur.

Skipað verður eisini fyri ymsum undirhaldi við livandi tónleiki, listasýningum og kappingum.

Les meira her
X