Toftanes

Árini 1982-1987 var ein stórur útgrevstur á Toftanesi í Leirvík, har leivdir av eini norrønari búseting vórðu funnar. Fleiri húsaskap og ein rúgva av fornlutum komu undan kavi í útgrevstrinum og góvu eitt stórt innlit í elstu søguna hjá Føroyum.

Útgrevsturin próvaði, at bygdin stavar frá víkingatíðini og gav eisini ábendingar um, at Leirvík er millum elstu bygdir í Føroyum.

X