Tróndargrund

Tróndur gamli gongur aftur í fleiri staðarnøvnum í Norðragøtu, har sagnir eisini siga hann hava búleikast. Á Tróndargrund, í kjallaranum í Jákupsstovu, varð í 1980-árunum staðfest búseting um ár 630 og heldur eingin ivi er um, at Norðragøta er millum elstu bygdir í landinum.

Skamt harfrá stendur standmyndin av Tróndi í Gøtu, sum Hans Pauli Olsen gjørdi, og sum varð avdúkað í 2008.

 

X