Gøtu kirkja
Gøtu kirkja var vígd 25. juni í 1995 av Hans Jacob Joensen, biskupi. Áðrenn tað gingu gøtufólk í kirkju í gomlu kirkjuni í Norðragøtu, sum var vígd í 1833.
Fremsta eyðkennið við nýggju kirkjuni er glaslistin hjá Tróndi Patursson. Úr loftinum hanga seks glaslampur, og á vegginum hanga 24 lampur, 12 stórar og 12 smáar.
Tornið í kirkjuni ímyndar teir tríggjar krossarnar á Golgata.
Opið: Gøtu kirkja hevur opið fyri ferðafólki frá 14. mai til 15. september, mánadag-leygardag kl. 14-16.
Kostnaður fyri at sleppa inn er 20 kr.
Annars hevur kirkjan opið eftir avtalu á tlf. 21 10 76.